* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sokni brunnbáturin hevði fleiri brek

Spildurnýggi brunnbáturin "Seikongen", sum sakk í Kili í síðstu viku, hevði fleiri brek, tá hann fór av skipasmiðjuni í Hong Kong. Skipið fekk enntá loyvi at sigla víðari, hóast kinesiskir eftirlitsmenn funnu manglar á skipinum. Tað sigur Greenpeace seg hava funnið próvskjøl fyri.

Kinesiska skipaeftirlitið avdúkaði sambært Greenpeace feilir í brandútgongdum og navigatións- og elskipanunum, tá skipið varð kannað á veg úr Hong Kong til Kili. Men tað fekk kortini loyvi at sigla víðari og kom til Puerto Montt í Kili 7. september, skrivar kilenska blaðið Aqua.

Stutt eftir byrjaðu fyrstu trupulleikarnir við bátinum, sum varð tikin úr drift eftir nøkrum fáum døgum. Talan var sambært Greenpeace helst um ein sniðgávufeil, sum forðaði vanligari og tryggari sigling.

“Greiða má fáast á fleiri spurningum - tildømis um kilensku myndugleikarnir vistu um feilirnar, sum kinesisku myndugleikarnir avdúkaðu, og vórðu teir effektivt loystir, so skipið kundi halda fram við at virka undir nóg góðum trygdarkrøvum,” spyr Estefania González, sum er samskipari hjá Oceans Greenpeace.

Greenpeace hevur eisini funnist at kilensku bjargingarátøkunum í sambandi við óhappið og víst á, at 200 tons av laksi framvegis eru í tangunum umborð á "Seikongen", hóast tey skuldu verið burturbeind í seinasta lagið 48 tímar eftir óhappið.

Kelda: Sysla Maritime