* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Yangshan-havnin í Shanghai, Kina.

Soleiðis ávirkar corona-virusið farmasiglingina

Coronavirusið, sum kann vera deyðiligt, sær í løtuni út at gerast stóra avbjóðingin hjá stórum pørtum at shipping-ídnaðinum.

 

Eitt virus, sum fyri bara fáum vikum síðani ikki var til, fyllir nú alheims fjølmiðlar. Talan er um eina virussjúku, sum smittar illa, og sum rakar niðaru andaleiðirnar. Sjúkan hevur rakt farmavinnuna hart á fleiri økjum.

 

Danska blaðið Søfart skrivar, at kinesiskar skipasmiðjur nú royna at tryggja seg við “force majeure”, sum er grein í einum sáttmála, ið setir báðar partar í einum sáttmála leysar í heilt serligum førum. Og coronavirusið verður mett sum eitt sovorðið heilt serligt føri. Hetta hendir, meðan bíðirøðin av skipum, sum skulu í dokk, bara verður alt longri, og handanir av nýbygningum verða útsettar.

 

Timingin er ógvuliga óheppin, tí kinesiskar skipasmiðjur hava meira enn úr at gera við at seta “skrubbarar” í skip í sambandi við nýggju svávulkrøvini hjá IMO, International Maritime Organisation, sum er stovnur undir ST.

 

Krøvini komu í gildi 1. januar 2020.

 

Kortini eru allar kinesiskar havnir í drift – uttan havnir í Hubei-landslutinum, har Wuhan er høvuðsbýur. Men manningarnar í havnunum eru nógv minni í tali enn vanligt, og tað tekur tískil nógv longri tíð at avgreiða skipini enn vanligt.

 

Í krús-vinnuni er virus-útbrot eitt tað ringasta, sum kann henda, ikki minst eitt tíðarskeið í árinum, har flestu ferðirnar skulu seljast. Men tað er júst hetta, sum er hent umborð á “Diamond Prinsess”, sum í farnu viku fekk 14 dagar karantenu við Yokuhama í Japan.

 

Higartil hava royndir víst, at 61 av teimum 3.711 ferðafólkunum umborð hava fingið corona-smittuna. Hesi 61 ferðafólkini eru flutt burtur, og restin av teimum umleið 3.700 fólkunum umborð hava fingið boð um at halda seg inni á kømrunum. Tey fáa mat og annað inn á kømrini.

 

Samstundis er krús-skipið, World Dream, við 1.800 ferðafólkum, dømt í karantenu í Kongkong til øll, sum eru umborð, eru kannað. Higartil hava trý teirra víst seg at hava fingið smittuna.

 

Turrlast-skipini sigla stórtsæð sum vanligt, tí t.d. kol og málmur verður lossað mekaniskt ella við ógvuliga lítlari manning í kinesiskum móttakarahavnum. Eitt undantak er kortini timbur, og tað merkist ógvuliga væl í Nýsælandi. Har eru skógararbeiðarar í øllum Nýsælandi sendir heim í óásetta tíð.

 

Hinvegin kann tað eisini fáa stóra ávirkan í Kina, um byggjaríið og ídnaðurin ikki kemur uppaftur í ferð heilt skjótt.


Kelda: Søfart