* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
DLB Norce Endeaavour.

Solstad fær sáttmála í Tailandi

Solstad Offshore ASA hevur gjørt sáttmála við Ophir Thailand (Baulang).

 

Solstad Offshore skal standa fyri frálands-innstallasjónini á Bauluang Charlie-feltinum við brunnhøvdi, sum parti av Bauluang Phase 4B Development Project.

 

Ætlanin fer fram í Tailand-flógvanum, og talan er um at seta koplingar í millum brunnhøvdapallstrukturin saman við eftiríseting av sambondum við verandi pallar.

 

Frálandsvirksemið byrjar væntandi í juni 2019 og tað verður frálandsskipið “Derrick Lay Barge Norce Endeavour”, sum fer at gera arbeiðið.

 

Solstad Offshore skal standa fyri allari ætlanarleiðsluni og verkfrøðinga- og innstallasjónsvirkseminum frá skrivstovum sínum í Singapor, verður sagt í einari børsfráboðan í dag.


Kelda: Skipsrevyen

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=20bm-uZvSWg]
Sjónbandaupptøkur av Norce Endeavour.