* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Farstad fingið fleiri sáttmálar í Avstralia

Nýsamanlagdi norski frálandsrisin Solstad Farstad hevur vunnið fleiri sáttmálar til skip síni í Avstralia frá trimum ymiskum feløgum. Sáttmálarnir fyri skipini hjá kreppurakta reiðarínum vara í upp til 200 dagar.

Stóra norska samanleggingin av frálandsreiðaríunum Solstad, Farstad og Deep Sea Supply fyrr í ár hevur ikki roynst serliga væl higartil, tá partabrævakursurin hjá fyritøkuni verður havdur í huga. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur hann mist uml. 42 pst. av virðinum.

Men nú hevur illa sperda felagið fingið fleiri bíleggingar frá trimum ymiskum feløgum í Avstralia, upplýsir felagið í tíðindaskrivi.

Og partabrævakursurin hevur eisini rættað seg við góðum 17 pst. seinastu vikuna, men tó bert til uml. 4,65 nkr. fyri partabrævið.

Og í gjár upplýsti felagið, at stjórin í fyritøkuni, Lars Peder Solstad, hevur keypt 100.000 partabrøv aftrat í felagnum fyri ein miðalkurs upp á 4,80 nkr. fyri partabrævið. Hann eigur nú 21,88 mió partabrøv í felagnum.

Bíleggingarnar frá teimum trimum ymisku avstralsku feløgunum umfata tilsamans 5 skip og sáttmálarnir vara úr umleið 100 døgum til eitt ár, upplýsir felagið í tíðindaskrivinum.

Solstad Farstad hevur tveir norskar shipping miljardingar, John Fredriksen og Kjell Inge Røkke, sum sínar størstu partaeigarar.

Kreppan í vinnuni fekk fyri tveimum vikum síðani felagið at boða frá, at tað hevur gjørt av at leggja átta skip í vetur og senda eitt ókent tal av meðarbeiðarum til hús.

Keldur: Solstad Farstad og maritimedanmark.dk