* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vent er í holuni, nú Solstad Farstad fyri fyrstu ferð í mong ár fer út at leita eftir arbeiðsfólki.

Solstad Farstad setur nú fólk í starv aftur

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár setur norska stórreiðaríið fólk í starv.

 

- Tíðliga í januar boðaðu vit frá, at líkt var til at neyðugt var at siga umleið 30 fólk úr starvi. Stutt eftir tóku vit tey boðini aftur, tí alt brádliga bendi á meira virksemi, sigur Per Stange, HR-stjóri í Solstad Farstad við Sysla.

 

Per Stange sigur við Sysla, at sum støðan er í løtuni er neyðugt at fara út at finna nýggja arbeiðsmegi.

 

- Tørvur er á arbeiðsfólki í øllum løgum, sigur Stange um royndirnar at finna fólk, sum markar eina broyting eftir lækking í talinum av starvsfólkum í mong ár.

 

Árini 2013 ti 2016 segði Solstad Offshore 500 fólk úr starvi, og Farstad Shipping segði 700 fólk úr starvi hetta tíðarskeiðið. Eftir at feløgini vórðu løgd saman í 2017 gjørdist felags heitið á nýggja stórreiðaríðnum Solstad Farstad.

 

Kelda: NTB og Sysla