* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Farstad undirskrivað nýggjar sáttmálar

Avstralska INPEX hevur gjørt sáttmála við Solstad Farstad um tey bæði veitingarskipini, Far Swan og Sea Tortuga.

 

Nýggju sáttmálarnir bera í sær, at Sea Tortuga byrjar seinni í apríl í ár og arbeiðir fyrst í fimm mánaðir og síðani tríggjar mánaðir aftrat.

 

Far Swan byrjaði sín sáttmála longu 4. apríl. Í avtaluni liggur, at Far Swan fyrst skal arbeiða í ein mánaða, og síðan er avtala gjørd um fimm opsjónir, sum hvør varir ein mánaða, tað er seks mánaðir íalt.

 

Bæði skipini arbeiða við Itchys LNG-ætlanum í avstralskum sjóøki.

 

- INPEX Avstralia er ein av okkara lyklakundum, og tískil eru vit serliga fegin um at hava gjørt sáttmálar við tey, sigur Kenneth Lande, Solstad Farstad.

 

Kelda: Hegnar.no