* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad gjørt risasáttmála

Frálandsreiðaríið, Solstad Offshore, hevur gjørt stóran sáttmála við Woodside fyri tvey akkersskip og fýra tænastuskip í sambandi við boringar í Avstralia. Sáttmálin hevur virkna frá 1. desember 2019. Einir 100 føroyingar sigla við Sostad Offshore.

Solstad fer at brúka skipini Normand Saracen, Far Senator, Normand Leader, Normand Skimmer, Normand Sean og Far Seeker í arbeiðnum, upplýsir felagið í einari fráboðan til handilsskálan í Oslo.

Tey seks skipini vera í arbeiði fyri Woodside í eitt tíðarskeið uppá íalt 1100 dagar. Samstundis fær Woodside framíhjárætt at leingja sáttmálan í 3000 dagar.

“Hetta er eitt spennandi samstarv, sum stuðlar báðum feløgunum í framtíðarætlanini við lág-svávuli, samstundis sum tað er ein góður pakki við seks góðskuskipum frá einum og sama reiðaríi, sigur forstjórin í Solstad, Lars Peder Solstad.

 

Kelda: Skipsrevyen