* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu frálandaskipunum hjá Solstad Offshore, Normand Jarl, skal hjálpa Ørsted við einari havvindlund í Taiwan.

Norska stórreiðaríið, Solstad Offshore, sum nógvir føroyingar sigla við, skal hjálpa danska orkufelagnum, Ørsted, við einari havvindætlan í Taiwan. Reiðaríið hevur gjørt sáttmála um eitt skip í 15 mánaðir.

 

Solstad Offshore vann kappingina um ein sáttmála við danska orkufelagið, Ørsted. Avtalan snýr seg um CSV-skipið, Normand Jarl, sum skal hjálpa Ørsted við einari havvindlund í Taiwan.

 

Sáttmálin, sum er upp á 15 mánaðir, kann longjast ein mánað í senn fimm ferðir. Avtalan kemur í gildi annan árafjórðing í 2021, skrivar Solstad í einari fráboðan.

 

Solstad varð stovnað fyri nøkrum árum, tá trý tey strøstu frálandareiðaríini í Noregi løgdu saman í kjalarvørrinum á oljukreppuni miðskeiðis í 2014.

 

Marknaðurin fyri frálandaskip er ongantíð komin rættiliga fyri seg aftur, og ilt gjørdist verri, tá oljuprísurin í vár fall við nógvari ferð. Miðskeiðis í koronukreppuni byrjaðu Russland og Saudiarabia eitt oljuprískríggj, sum ikki gjørdi støðuna frægari hjá frálandareiðaríunum.

 

Kelda: Shippingwatch