
Solstad noytt at sleppa sær av við 20 skip
Greiningarfyritøkan, Vessel Value, heldur uppá í
einari samrøðu við miðilin, E24, at stóra norska reiðaravirkið, Solstad
Offshore, verður trýst at sleppa sær av við eini 20 skip. Einir 100 føroyingar
sigla við Solstad Offshore.
Solstad Offshore liggur í løtuni í samráðingum við sínar kreditorar í royndini at finna eina endaliga loysn á stóru gjaldstrupulleikunum hjá felagnum.
Í einari samrøðu við E24 sigur Vessels Value-stjórin, Matthew Freeman, millum annað, at greiningarfyritøkan “skilir, at ymiskir kreditorar trýsta Solstad at sleppa sær av við eini 20 skip í sum skjótast.”
Hann vil ikki siga meira um hetta orsakað av keldum sínum á marknaðinum.
Forstjórin í Solstad Offshore, Lars Peder Solstad, vísir uppáhaldunum hjá greiningarfyritøkuni aftur.
Kelda:
Skipsrevyen