* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Offshore fær eitt andarhol

Lánsbræva-eigararnir í Solstad Offshore hava givið felagnum loyvi at bíða við gjøldunum til 20. mars í næsta ár. Tað varð avgjørt á einum lánsbravafundi í gjár, mikudagin.

Kreppurakta frálandsfelagið, Solstad Offshore, hevði í útgangsstøðinum gjaldsfrælsi uppá lánsbrævalánið omanfyri eina milliard norskar krónur fram til 20. desember, men bað um at longja freistina til 20. mars, soleiðis sum bankarnir fyrr hava mælt til.

Sostatt hevur Solstad Offshore nú aftur tríggjar mánaðir at koma í fíggjarliga havn við endurskipanini í felagnum.

Sambært Finansavisen hevur Solstad Offshore eina rentuskuld uppá 31 milliardir norskar krónur, tað eru gott og væl 23 danskar milliardir krónur. Felagið er í samráðingum við kreditorar og ánarar um ein fíggjarligan bygnað, sum ger at reiðaríð kann megna gjaldsbyrðuna.

Einir hundrað føroyingar sigla við Solstad Offshore.

 

Kelda: Skipsrevyen