* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Offshore gjørt nýggjar sáttmálar

Solstad Offshore, sum fleiri føroyingar sigla við, hevur gjørt nýggjar sáttmálar við Wintershall DEA. Sáttmálarnir tryggja tveimum av PSV-skipum felagsins arbeiði í 30 mánaðir.

 

Sáttmálarnir koma í gildi mánaðarskiftið august/september 2019, og fevna um stóru PSV-skipini, Normand Falnes og Norman Naley, boðar Solstad Offshore í fráboðan til keypsskálan.

 

- Hesir sáttmálarnir gera sítt til jaligu gongdina í ordrabókini, verður sagt í fráboðanini.

 

Kelda: Skipsrevyen