* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Offshore hevði hall uppá hálva milliard fyrsta ársfrjórðing

Fyrsta ársfjórðing í ár hevði Solstad Offshore eitt hall uppá góðar 528,4 millión norskar krónur, tað eru 405 milliónir danskar krónur. Tað er eitt sindur frægari enn somu tíð í fjør.

 

Fyrsta ársfjórðing í 2018 hevði felagið eitt hall uppá 546,9 milliónir norskar krónur.

 

Rakstrarúrslitið fyrsta ársfjórðing í ár var minus 208,3 milliónir norskar krónur í mun til minus 468,9 milliónir norskar krónur sama tíðarskeið í fjør.

 

Rakstrarinntøkurnar hækkaðu upp í 1,15 milliardir krónur í mun til 875 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í 2018.

 

70 prosent av flotanum var í rakstri í fjør, men í ár var tað talið komið upp í 80 prosent. Felagið hevur bókað ein negativan eginpening upp á umleið 1,3 milliardir norskar krónur.

 

- Hvussu felagið fer at klára seg í framtíðini er tengt at, at felagið finnur eina loysn á fíggjarligu støðuni. Felagið er í løtuni tingingum við kreditorarnar, verður sagt í einari frágreiðing frá felagnum.

 

Fleiri føroyingar sigla við Solstad Offshore.

 

Kelda: Skipsrevyen