* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Solstad Offshore niðurskrivar virðið á flotanum

Solstad Offshore niðurskrivar virðið á flotanum við 850 milliónum noskum krónum, tað eru 655 milliónir danskar krónur. Kreppurakta reiðaríið hjá Kjell Inga Røkke og John Frederiksen fekk í fjør átalu frá Fíggjareftirlitinum, sum helt, at flotavirðið hjá felagnum var mett ov høgt.

 

Norska fíggjareftirlitið kravdi tí, at Solstad niðurskrivaði virðið. Mikudagin boðaði reiðaríið so frá, at nú var niðurskrivingin gjørt.

 

Solstad fer nú at bóka niðurskrivingina í roknskaparfrágreiðinga fyri fjórða ársfjórðing. Tað merkir, at úrslitið eftir skatt fyrstu níggju mánaðirnar fer úr minus 1,79 milliardum krónum í minus 2,64 milliardir norskar krónur.

 

Samstundis boðar Solstad frá, at fleiri niðurskrivingar kunnu koma upp á tal seinni, tí enn eru útrokningarnar ikki lidnar.

 

Solstad sigur eisini í fráboðanini, at felagið er í sambandi við kreditorar í royndini at finna eina varandi loysn.

 

Høvuðstrupulleikin hjá Solstad Offshore og øðrum reiðríum í bransjuni er blandið av minni inntøkum, stórari skuld og lítlum arbeiði.

 

Kelda: Maritime Danmark / Solstad Offshore