* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri skip hjá SolstadFarstad hava fingið nýggjar sáttmálar. Fleiri føroyingar sigla við norska SolstadFarstad.

SolstadFarstad fær 2500 nýggjar arbeiðsdagar

SolstadFarstad hevur boðað keypsskálanum í Oslo frá, at fleiri av skipunum hjá felagnum hava fingið sáttmálar í bretskum øki og út fyri Egyptalandi. Fleiri føroyingar sigla við SolstadFarstad.

 

Maersk Oil North Sea, sum Total eigur, hevur leigað fýra frálandaskip hjá SolstadFarstad.

 

Sea Tantalus og Far Server skulu komandi tvey árini arbeiða við Ocean Valian-pallin. Hetta er ein pallur, sum til ber at søkkja nakað. Teirra sáttmáli byrjar seinni í hesum mánaðinum.

 

Normand Flipper og Sea Springer skulu arbeiði á Culzean-leiðini í níggju mánaðir, og teir byrja eisini í hesum mánaðinum.

 

Frálandaskipið, Sea Spark, hevur fingið eittára sáttmála við BP Egypt, og skipið byrjar arbeiðið í juni.

 

Sea Supra og Sea Spear hava fingið tríggjar mánaðar sáttmála við møguleika fyri at longja sáttmálan fyri ein ókendan arbeiðsgevara. Her verður ivaleyst eisini talan um at byrja arbeiðið í juni í ár.

 

Kelda: Skipsrevyen