* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad fær nýggjar sáttmálar í Norra og Brasilia

Norska frálandsreiðaríið Solstad Farstad boðar frá, at tað hevur longt Petrobas-sáttmálan fyri frálandsskipið Far Swift við einum ári.

Sáttmálin er ein beinleiðis longing av núverandi sáttmálanum.
Reiðaríið hevur eisini tryggjað sær arbeiði til veitingarskipið Normand Skipper hjá Statoil í fýra mánaðir við møguleika fyri tveimum mánaðum aftrat. Sáttmálabyrjanin er um miðjan apríl næsta ár.
Felagið upplýsir, at virðini av nýggju sáttmálunum eru í trúnaði.

Kelda: e24.no