* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad leingir tveir sáttmálar

Norska frálandsreiðaríið SolstadFarstad boðar frá, at felagið hevur longt tveir sáttmálar fyri eitt samlað virði upp á umleið 80 miljónir norskar krónur, 10,1 miljónir USD.

Útgerðarskipið Normand Pacific hevur fingið longt sín sáttmála við Prysmian Powerlink Srl, sum arbeiðir við framkomnum skipanum í sambandi við undirsjóvar kaðalar, við einum ári til november 2018.

Veitingarskipið Normand Naley hevur fingið longt sín sáttmála við seks mánaðum til mai 2018 við ein kunda á norska landgrunninum. Navnið á kundanum er ikki upplýst.

Kelda: e24.no