* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad selur aftur burturav flotanum

Dóttirfelagið hjá norska frálandsrisanum SolstadFarstad, Farstad Marine, hevur aftur selt burturav flota sínum. Hesa ferð er talan um eitt eldri útgerðarskip, 4.683 DWT stóra Far Service frá 1995. Skipið lá fyri teym vegna vantandi uppgávur.

Keyparin er ikki avdúkaður, men skipið varð latið nýggja eigaranum í fyrradagin. Prísurin er ikki kunngjørdur. Sambært felagnum var virðið á skipinum umleið tað sama, sum tað varð selt fyri.

Í síðsta mánaða seldi SolstadFarstad trý løgd akkerhandfaringarskip til brasilska flotan á uppboði. Tey trý skipini, Sea Fox, við einum pullartadrátti upp á 94 tons, og Sea Vixen umframt Sea Stoat, bæði við pullartadrátti upp á 80 tons, vóru øll bygd í 2011, og fóru fyri ein samlaðan prís upp á 24 miljónir USD.

Kelda: e24.no