* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad selur skip

Dóttirfelagið hjá SolstadFarstad, Deep Sea, selur akkersskipið “Sea Badger”.

 

Felagið sigur í einari fráboðan á keypsskálanum, at skipið varð latið keyparunum fríggjadagin 13. apríl.

 

Frammanundan eru tey trý akkersskipini, Sea Fox, Sea Vixen og Sea Stoat seld brasilsku vaktartænastuni. Tann sølan fór fram í september í fjør.

 

Sølan av teimum fýra skipunum verður at síggja í roknskapinum hjá Deep Sea annan ársfjórðing í 2018.

 

Kelda: Skipsrevyen