* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad sparir meira enn teir væntaðu

Tá norsku reiðaríini Solstad Offshore, Farstad Shipping og Deep Seas Supply gjørdu av at leggja saman í februar í ár, var hetta við ynski um at spara 450 – 600 miljónir norskar krónur um árið. Nú má hetta sparimálið økjast.

Nú fyrsta árið sum samanlagt felag er um at vera runnið, eru sparingarnar hjá felagnum farnar upp um 400 miljónir krónur.

Tí økir leiðslan nú sparimálið til 700 – 800 miljónir næsta ár, verður upplýst í eini fráboðan til keypskálan í Oslo.

Sparingarnar eru millum annað funnar í umsitingini á landi, broyttari samanseting av manningunum á skipunum og á mongum øðrum økjum, sum felagið ikki vil koma nærri inn á.

Kelda: skipsrevyen.no