* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

SOV er sveisaraknívurin hjá havmyllunum

Einastandandi Service Operation Vessel (SOV) hjá ES-vagt miðsavnar uppgávur, møguleikar og funksjónir á einum stað. SOV-konseptið við tænastuskipum, sum burturav liggja í havmyllulundum, ger driftina av lundunum virknari í einum og sama konsepti.

 

- SOV-konseptið eru fyri frálands vind-ídnaðin, tað sum sveisaraknívurin er fyri felliknívin. SOV er eitt amboð, sum ger tað møguligt at fremja eina røð av uppgávum virkið, trygt og fíggjarliga forsvarligt, sigur Rune Østergaard, Head of Commercial Wind, í Esvagt.

 

Umframt at vera bíligt og effektivt í rakstri er SOV-konseptið eisini ógvuliga smidligt.

 

SOV-ararnir verða gjørdir í øllum støddum og kunnu gerast út til allar tørvir. Ein SOV-ari riggar bæði sum støð og skrivstova hjá tøkningum, sum eisini kunnu fegnast um væl útgjødan verkstað og goymslu.

 

Velur eitt reiðarí at gera ein SOV út við einum “Safe Transfer Boat” (STB12 ella STB15), hevur manningin haraftrat ein Daughter Craft við plássi til í minsta lagi 8 fólk, og sum er góðkendur at sigla í havnir til manningarskifti ella eftir góðsi og eykalutum.

 

- Ein SOV við Safe Transfer Boats ger eksternar CTV-loysnir óneyðugar, og tey, sum eiga vindmyllulundirnar kunnu samstundis minka útreiðslurnar til goymslur og arbeiðsuppgávur, sigur Rune Østergaard.

 

Kelda: Esvagt og Maritimedanmark