
Spania noktar turkiskum tangaskipi til bryggju
Sponsku myndugleikarnir nokta nú fyri, at turkiska tangaskipið “Black Star” kann sleppa til bryggju í havnini í Barcelona. Tað hendir, tí sponsku myndugleikarnir siga russiskar oljuframleiðslur vera í tangunum, sum vórðu umskipaðar av einum russiskum tangaskipi uttan fyri Malta fyri trimum døgum síðan.
Turkiska tangaskipið, sum siglir undir maltesiskum flaggi, liggur nú og rekur út fyri Barcelona, har tað bíðar eftir boðum frá reiðarínum.
Maritimedanmark.dk skrivar, at sambært sponsku myndugleikunum framdi“Black Star eitt sonevnt “STS-tiltak” við russiska tangaskipið Andrey Pervozanniy uttan fyri Malta í døgunum 23.-25. apríl. Tað er, at skipini bæði umskipaðu oljuna (Ship To Ship).
Revsitiltøkini hjá ES raka ikki bara russisk skip, men eisini undanarbeiddar russiskar vørur, tá tær eru ætlaðar evropiska marknaðinum.
Kelda: Maritimedanmarki