* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja fleirvirknisskipið, Cape Arkona.

Spildurnýtt fleirvirknisskip latið eigarunum

Norska Båtbygg AS hevur latið avstralsku eigarunum spildurnýggja fleirvirknisskipið, Cape Arkona. Skipið skal fyrst og fremst fiska paragongskan tannfisk í Suðuríshavinum.

 

Cape Arkona er ment í samstarvi millum Austral Fisheries, Båtbygg og Skipskompetanse. Tað er smíðað á Marine Projects í Gdansk í Póllandi.

 

- Hetta er fyrsta fleirvirknisskipið av sínum slag, og tað er riggað til bæði at fiska við línu, troli og rúsum. Møguleiki er at nýta allar fiskihættirnar ein og sama túr.

 

Ætlanin er fyrst og fremst at fiska patagonskan tannfisk í Suðuríshavinum, men skipið fer eisini at trolað eftir sonevnda ísfiskinum og øðrum fiskasløgum, sum reiðaríið hevur kvotur til, skrivar Bátbygg í einum tíðindaskrivi.

 

Roknað verður við, at 67 metrar langa og 15 metrar breiða skipið setir kós móti Perth í Avstralia komandi vikuna. Síðan fer tað ætlandi til Mauritius at taka agn og meira útgerð umborð, áðrenn leiðin gongur ímóti fiskifeltunum við Heard- og McDonaldoyggjarnar í antarktiska partinum av Indiahavinum.

 

Kelda: Skipsrevyen