* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Spøkilsisskip við mannaleivdum rikið á land á japanskari oyggj

Leivdir av fýra líkum vórðu funnar inni í skipsvrakinum í fjøruni á japansku oynni.

 

Vrakið rak upp á land á japansku Sado-oynna í ein útnýrðing úr meginlandinum fríggjadagin, boða japanskir myndugleikar frá.

 

Illa farnað vrakið hevur koreiskar bókstavir á síðuni.

 

Løgverjan hevur ikki enn kunnað váttað, um tveir skallar, sum eisini vórðu funnir umborð, hoyra til funnu mannaleivdirnar, og japanskir miðlar skriva, at talan í veruleikanum er um leivdir, og tí er trupult at gera nakrar munadyggar kanningar av teimum.

 

Hildið verður, at talan kann vera um sjómenn, sum leingi hava rikið á sjónum.

 

Vánalig norðurkoreisk fiskiskip

Seinastu árini eru fleiri skip við líkum rikin upp á land á japanskum oyggjum, og ofta hevur verið talan um Norðurkoreisk fiskiskip. Oftast er talan um lík, sum verða funnin umborð, men onkuntíð hava sjómenn verið á lívi.

 

Fiskiskipini, sum onkuntíð verða nýtt í hernaðarligum høpi, eru ógvuliga illa útgjørd við lítlum og ógvuliga gomlum motorum, ongum gps-ara og lítlari ella ongari nautiskar útgerð sum heild.

 

Í førum, tá talan ikki er um fiskiskip í hernaðarligum ørindum, kann talan vera um fiskiskip og sjómenn, sum av reinum fátækradømi sigla nógv longur til havs at finna føði, enn skipini er útgjørt til. Og tá kann henda, at tey til dømis fáa maskinskaða, reka fyri vág og vind í vikur og mánaðar, og manningin doyr av tosta og hungri.

 

Kelda: BBC