* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

200 sponsk sjófólk, sum ikki hava fingið pensjón, eftir at hava starvast á norskum skipum, hava saksøkt norska statin. Málið byrjar í tingrættinum í Oslo í dag.

Sponsku sjófólkini og avvarðandi teirra hava stevnt norska statinum ígjøgnum áhugafelagsskapin Long Hope.

Eftir kríggið og til 1994 vóru 12.000 sponsk sjófólk við norskum skipum. Tey rindaðu skatt, men ikki trygdargjald til Norra. Harvið spardu tey hvørki spanska ella norska pensjón upp.

Í 30 ár hava tey stríðst fyri at fáa pensjón úr Norra ella umvegis eina norska-spanska avtalu frá 1960-unum, og á sumri 2015 segði advokaturin Øivind Østberg, sum umboðar sjófólkini, at tey fóru í rættin við málinum.

Kravið hjá Østberg er, at avgerðin hjá Arbeiðs- og sosialmálaráðnum verður ógildað, og at staturin verður dømdur at rinda sakarmálsútreiðslurnar.

Advokatinum hjá norsku stjórnini krevur hinvegin, at staturin verður fríkendur.

Sivila sakarmálið verður viðgjørt í tingrættinum í Oslo í dag og í morgin.

Kelda: maritime.no