* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bjargingartoymið hevur mist tamarhaldið á eldinum umborð á bingjuskipinum, X-Press Pearl.

Ein spreinging umborð á brennandi bingjuskipinum, X-Press Pearl, hevur eftir øllum at døma havt við sær, at bjargingartoymið hevur mist tamarhaldið á eldinum.

 

Átta bingjur er farnar í havið og nýggjar myndir, sum srilanska luftvápnið hevur tikið, vísir tjúkkan svartan royk frá skipinum.

 

Manningin upp á 25 er bjargað av skipinum, sum nú liggur fyri akker 18 kilometrar uttanfyri Kolombo.

 

Eldur kom í skipið 20. mai, og roknað verður við, at eldurin er kyknaður í bingjum við kemikalium.

 

- X.Press Pearl er í løtuni í einari ógvuliga truplari gongd, har eldurin veksur orsakað av nógvum vindi, sigur leiðarin fyri havumhvørvisstovnin á Srilanka, Dharshani Lahandapura.

 

Eitt bjargingartoymi frá Smit Salvage hevur roynt at fingið tamarhaldi á eldin við hjálp av sleipibátum við vatnkanónum, men uttan úrslit.

 

X-Press Pearl er 2.743 teu stórt.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=1pD7Zb5wKqs]
Sjónbandamyndir av eldinum umborð á X-Press Pearl.