* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt fólk varð løstað í einari bumbuspreinging uttanfyri amerikonsku sendistovuna í Beijing.

Spreinging uttanfyri kinesisku sendistovuna í Beijing

Eitt fólk varð løstað í einari spreinging uttanfyri kinesisku sendistovuna í Beijing í gjár. Illgruni er um, at løstaða fólkið eisini var atsøkjarin.

 

Spreingingin hendi beint uttanfyri girðingina kring amerikonsku sendistovuna í Beijing.

 

Kinesiska løgverjan sigur, at álopsmaðurin er ættaður úr kinesiska partinum av Mongolia, og at hann er 26 ára gamal. Løgverjan veit ikki, hví maðurin framdi spreingingina.

 

Seinastu tíðina er eitt handilsstríð harnað millum USA og Kina, og tað kann hava lopið øði í 26 ára gamla mannin.

 

Vitni siga við Reuters, at tað kendist sum ein jarðskjálvti, tá bumban brast.

 

Kelda: Reuters