* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Meira enn tólv skip og fleiri flogfør vóru við í sløkkiarbeiðinum at sløkkja risa-tangaskipið, New Diamond.

Myndugleikarnir á Sri Lanka  boða nú frá, at eldurin á fulllastaða risa-tangaskipinum, New Diamond, eftir drúgt stríð mótu logunum, er slóknaður. Nú fer løgfrøðiliga arbeiðið í gongd móti eigara og útgerðarfelag.

 

Meira einn 12 skip hava verið við í sløkkiarbeiðnum, og haraftrat er hjálp komin úr luftini, har bæði flogfør úr India og Sri Lanka hava verið við í sløkkiarbeiðnum. Arbeiðið hevur kostað eina ókenda milliónaupphædd.

 

Nú vilja myndugleikarnir á Sri Lanka hála eigaran í rættin.

 

“Vit umhugsa, um við skulu seta eitt revsirættarligt ella sivilt krav móti eigaranum – ella kanska bæði tvey,” sigur Jagath Gunesekara, sum er varaaðalstjóri í havumhvørvisverndini á Sri Lanka. Og tað sigur hann sambært Reuters.

 

Tað er grikska Porto Emporios Shipping INC, ið er skrásett at eiga 20 ára gamla tangaskipið, sum siglir undir panama-flaggi, sambært upplýsingum frá Refinitiv. New Shipping Ltd eigur skipið.

 

Fyrstu fráboðanina um eldin fekk miðstøðin hjá Vaktar- og bjargingartænastuni (the Coast Guard Maritime Rescue Coordination Centre) í Mumbai.

 

Kelda: Maritime Danmark / Indiatvnews.com