* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eini 150 skip við korni úr Russlandi og Ukraina hópa seg í løtuni upp við Istanbul. Einki bendir í løtuni á, at skipini sleppa víðari.

Tonsavís av korni úr Ukraina og Russlandi røkkur bara til Turkalands. Seinkingarnar eru politiskar, heldur Ukraina.

 

Russiskt og ukrainskt korn hópar seg upp í og kring havnina í Istanbul í staðin fyri at verða sent út á heimsmarknaðin.

 

Sambært ST verður í løtuni arbeitt við at fáa kornið víðari úr Turkalandi. Seinkingin, at koma víðari frá Istanbul, kann seinka alla veitingarketuna og havnarvirksemið, sigur ein umboðsmaður fyri havnina í Istanbul.

 

Í løtuni bendir einki á, at nógvu tonsini av korni sleppa víðari, og sambært Ukraina hevur Russland skuldina.

 

Fyrr í mánaðinum sendi Russland ein lista við kærum yvir avtaluna at flyta korn umvegis Svartahavið til ST. Russland kærir um, at tað er trupult at sleppa av við kornið.

 

Avtalan millum Russland, Ukraina og ST gongur út 19. november.

 

Kelda: Søfart