* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

ST ávarar ímóti bingju-samgongunum

Vandi er fyri, at bingjusamgongurnar og konsolideringarnar í vinnuni kunnu bera í sær avmarkingar av kappingingini, ávarar ST-handils- og menningarstovnurin UNCTAD í seinastu maritimu frágreiðing síni.

UNCTAD mælir til eina gjøgnumgongd av reglunum kring bingjusamgongurnar við atliti til at geva shippingkundunum betri valmøguleikar mitt í tí mesta dramatiska konsolideringsskeiðnum í vinnuni seinastu tvey árini.

“Vandi er fyri, at vaksandi miðsavnanin á marknaðinum kann elva til oligopolistiskar strukturar, “ sigur Shamika Sirimann, sum er stjóri í deildini fyri tøkni og logistikki hjá UNCTAD.

“Í mongum menningarlondum eru nú bert tríggir ella færri útbjóðarar eftir. Lóggevararnir verða noyddir at fylgja gongdini í samanleggingunum og samgongunum millum bingjureiðaríini til tess at tryggja, at kapping er á marknaðinum,” sigur Sirimann.

Við samanleggingini av trimum teimum størstu bingjureiðaríunum í Japan og keypinum hjá Cosco av OOCL verða næsta ár bert sjey alheims bingjureiðarí eftir. Harvið er talið minkað við meiri enn eini helvt í hesum tíggju ára skeiðnum.

Kelda: Splash