* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Við verandi gongd verður hitin á jørðini 3 stig hægri í 2100 enn í dag.

ST: Mongdin av CO2 í lofthavinum er metstór

Støðið av rakstrarhúsgassum í lofthavinum er komið upp í eitt nýtt og metstórt stig. Tað er álvarsliga niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum Alheims Veðurstovnurin hjá ST (WMO) hevur gjørt.

 

Vakstrarhúsárinið er sambært frágreiðingini vaksið við 41 prosentum upp á minni enn 30 ár, skrivar fakblaðið Ingeniøren.

 

Í 2017 var savningin av CO2 í lofthavinum (atmosferuni) 405,5 ppm (parts per million). Í 2016 var hetta talið 403,3 ppm.

 

Vit skulu heili 3-5 milliónir ár aftur í tíðina at finna eina CO2-savning, sum kann samanberast við núverandi savning. Tá var hitin 2-3 hitastig hægri enn í dag, og støðið á alheims høvunum var 10-20 metrar hægri enn í dag, stendur í frágreiðingini.

 

Danmarks Radio skrivar, at um alheims samfelagið ikki ger nýggj og størri inntriv, fer upphitingin at raka tey 3 stigini í 2100. Eftir tað fer hitin bara at hækka.

 

Kelda: Ingeniøren/DR