
ST kjartrar nú egin kornskip at senda til Ukraina fyri at tryggja mat til hungrandi fólk í Afrika. Fyrsta skipið lastar í løtuni 23.000 tons av hveiti í Yuzhne, og fer seinni í dag úr havnini í Yuzhne og setir kós móti Etiopia.
Skipið er Bravo Commander, sum siglir undir libanesiskum flaggi. Tað er World Food Program hjá ST, sum hevur leigað skipið. Í fjør keypti ST meira enn 800.000 tons av korni úr Ukraina til tess at geva svongum fólki í Afrika mat.
Sum so nógv annað steðgaða hendan avtalan, eftir at Russland leyp á Ukraina. Nú verður hon so tikin uppaftur, eftir at nøkur skip seinastu dagarnar eru farin úr ukrainskum havnum við korni.
Seks skip eru í løtuni á veg til Ukraina eftir korni.
Fríggjadagin valdi ST-aðalskrivarin, Antóniu Guterres, Amir Mahmoud Abdulla til nýggjan samskiftisleiðara fyri Black Sea Grain Initiative hjá ST.
Kelda: Maritimedanmark