* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Statoil aftur at bora í Arktis hóast mótmæli

Eftir ein steðg í tvey ár fer Statoil nú aftur í holt við at bora eftir olju í Barentshavinum. Orsøkirnar eru fleiri. Millum annað eru útreiðslurnar til gransking av olju vorðnar munandi lægri, og sum heild loysir tað seg nú aftur hjá felagnum at leita eftir olju.

"Tað verður sera spennandi. Nú skulu vit gera nakrar royndir, sum kunnu leggja lunnar undir næsta kapitulin av norsku oljusøguni," sigur Jez Averty, stjóri fyri virkseminum hjá Statoil á norska og bretska landgrunninum sambært sysla.no.

Í fyrsta umfari ætlar felagið at bora fimm brunnar í Barentshavinum.

Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace hevur áður verið og er framvegis sera atfinningarsamur ímóti ætlanunum hjá Statoil í Barentshavinum. Greenpeace hevur hálað norsku stjórnina í rættin í málinum.

"Statoil skal sjálvandi ikki bora í Barentshavinum, meðan rætturin situr, ei heldur við umhvørvisligu vandunum í huga, og tí at heimurin als ikki hevur brúk fyri meiri olju," sigur Truls Gulowsen, leiðari í Greenpeace í Norra, við Reuters.

Statoil ætlar at fara undir arktisku boringarnar í mai við fyrsta brunninum Blaamann.

Kelda: shippingwatch.dk