* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Statoil borar seg til nýtt vónbrot í Barentshavinum

Statoil hevur rent seg í eitt nýtt vónbrot í Barentshavinum, har tað higartil ikki hevur eydnast at finna olju. Norska oljufelagið hevur júst endað kanningar sínar í arktiska farvatninum í 2017 við enn eini boring av einum brunni, ið vísti seg at vera turrur.

Statoil hevur í ár leitað eftir olju í fimm leitibrunnum í Barentshavinum. Bert ein av teimum, Kayak, hevur givið eitt sindur av úrtøku. Hinir vóru allir turrir.

Tað upplýsir norska oljudirektoratið.

Sambært Statoil hevur leitingin í Barentshavinum verið bílig í ár, og tí verður roknað við, at Kayak-fundurin einsamallur kann rinda fyri útreiðslurnar. Hann liggur upp at Johan Castberg-økinum, og fevnir um 25 til 50 mió. tunnur av olju. 

Norska oljufelagið kann samstundis fegnast um eitt spildurnýtt fund upp á 130 mió. tunnur á bretska landgrunninum í Norðsjónum.

Kelda: shippingwatch.dk