* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Statoil eitur nú Equinor.

Statoil broytir navn til Equinor

Norski oljurisin, Statoil, broytir nú navn. Nýggja navnið er Equinor. Norska stjórnin stuðlar navnabroytingini.

 

Stóra norska oljufelagið hevur itið Statoil í út við 50 ár. Men frá í dag eitur felagið Equinor.

 

Felagið sigur í fráboðan, at navnið, Equinor, kombinerar “equi”, útgangsstøði fyri orð sum “equal”, “equality” og “equilibirum” – líkleiki, javnrættur og javnvág, og “nor”, sum bendir á eitt felag, sum er errið av norska uppruna sínum, og ynskir at brúka hetta í verki.

 

- Heimurin er í broyting, og tað er Statoil eisini. Størstu umleggingarnar av orkuskipanum í nýggjari tíð eru í gongd, og vit vilja gera okkara til, at gongdin heldur fram. Okkara strategi liggur føst, og navnið Equinor kastar ljós á broytingar, sum longu eru gjørdar, sigur Jon Erik Reinhardsen, formaður í stýrinum fyri Equinor.

 

- Fyri okkum er hetta ein søguligur dagur. Í nærum 50 ár hevur Statoil tænt okkum við frálíka navni sínum. Men tá vit hyggja fram ímóti næstu 50 árunum,   er tað natúrligt at broyta navnið á felagnum. Navnið Equinor lýsir uppruna okkara, okkara virði og hvat vit vilja vera í framtíðini, sigur Eldar Sætre, samtaksstjóri í Equinor.

 

Kelda: Equinor