* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Statoil er dømt at gjalda umleið 3,1 milliardir krónur, eftir at felagið sleit sáttmálan við boripallin COSL Innovator í 2016.

Statoil dømt at gjalda milliardir

Stattoil hevði ongan rætt at slíta sáttmálan við COSL Drilling Europe, sigur tingrætturin í Oslo.

 

Dómsúrskurðurin hjá tingrættinum kemur eftir at Statoil sleit ein sáttmála við boripallin COSL Innovator í mars í 2016. Felagið, sum átti boripallin, metti sáttmálaslitið vera ólógligt, og tí legði felagið sak við kravi um endurgjald.

 

Rætturin hevur nú dømt Statoil at gjalda stóran part av tí partinum av leigini, sum var eftir av sáttmálanum. Oljufelagið skal haraftrat gjalda fulla leigu fyri boripallin í tríggjar mánaðir og 70 prosent fyri restina av sáttmálaskeiðnum, sum er 4,5 ár.

 

Upphæddin liggur um gott og væl 3,1 milliardir krónur (føroyskar), sambært Dagens Næringsliv.

 

Tað var á COSL Innovator, at ein 53 ára gamal maður doyði í einari vanlukku í ódnarveðri hin 30. desember í 2015.

 

Kelda: E24 og DN