* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Statoil eigur nú heimsins størsta skip

Í september fór «TI Europe» í tænastu hjá norska oljufelagnum Statoil. Skipið er 380 metrar langt og er eitt av teimum fýra størstu skipunum, sum nakrantíð er bygt, skrivar Dagens Næringsliv.

Skipið er ein «Ultra Large Crude Carrier» og liggur fyri akkeri í Malakkasundinum.

Statoil brúkar risaskipið sum goymslu av ráolju. «TI Europe» hevur 21 goymslutangar, sum gera, at oljufelagið kann goyma 21 ymisk góðskað sløg av olju, skrivar Dagens Næringsliv.

Oljan verður síðani skipað umborð á smærri skip, sum síðani flyta hana víðari til kundarnar.

Sambært Reuters kann «TI Europe» goyma upp til tríggjar miljónir tunnur av olju. Tað er meira enn dagliga oljunýtslan í Suðurkorea.

Meira enn 30 oljutangaskip liggja í Malakkasundinum, sum verða brúkt sum flótandi oljugoymslur, skrivar Reuters.

Kelda: e24.no