* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Statoil fer aftur at bora í føroyskum sjógvi

Í næsta mánaða fer Statoil aftur at bora eftir olju undir Føroyum.

Ein boripallur hjá felagnum í Barentshavinum setur síðst í hesum mánaðinum kósina í føroyskan sjógv at bora.

Fyrst skal leitibrunnurin Brugdan 2 borast liðugur, og síðani skal ein nýggjur leitibrunnur borast í einum nýggjum leitiøki beint við hetlendska markið.

Upprunaliga ætlanin hjá Statoil var at byrja at bora hálvan apríl, men ringt veður í Barentshavinum hevur seinkað ætlanini.

Statoil er fyristøðufelag, men Exxon Mobil eigur nærum helmingin av leitiloyvinum. Oljufelagið OMV eigur 15 prosent og Atlantic Petroleum eitt prosent.

Byrjað varð at bora Brugduna 2 brunnin í 2012, men av tí at tað dró út at fáa brunnin liðugt boraðan, varð avgjørt at steðga á og seta propp í, og at taka boringina upp aftur seinni. Og tað verður nú gjørt.


Kelda: KVF