* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Statoil fingið ja til at bora í Barentshavinum

Norska oljumálaráðið kunngjørdi í gjár, at tað hevur givið Statoil sum fyrsta oljufelagnum loyvi at bora ein brunn í Barentshavinum. Korpfjell-brunnurin er partur av ætlanini hjá Statoil at bora fimm leitibrunnar í Barentshavinum, og er ein teirra, ið væntað verður mest av, skrivar E24.

Norska kolvetniseftirlitið gav sítt loyvi fyrr í summar.

Brunnurin, ið skal borast, liggur norðarlaga í Barentshavinum, 37 kilometrar frá russiska markinum og 415 kilometrar frá norska meginlandinum.

Greenpeace hevur kært um avgerðina hjá norsku umhvørvismyndugleikunum at loyva leitiboringum í hesum umráðnum, men Veðurlags- og umhvørvismálaráðið hevur víst kæruni aftur.

Statoil Petroleum AS er fyristøðufelag við einum ognarluti upp á 30 prosent. Hinir rættindahavararnir eru Chevron Norge AS (20 prosent), Petoro AS (20 prosent), ConocoPhillips Skandinavia (15 prosent) og Lundin Norway AS (15 prosent).

Kelda: offshore.no