* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kristiansand er ein av havnunum, sum fær stuðul til landstreymskipan frá Enova.

Meðan kjakið um landstreym til skip í Føroyum dregur út, verða veruligar avgerðir tiknar í grannalondum okkara. Í Noregi hevur almenni stuðulsstovnurin, Enova, júst játtað 25 milliónir norskar krónur til landstreymsætlanir í Helgeland, Ålesund, Florø, Stokmarknes og í Kristiansand, sum liggur heilt har suðurin í Noregi.

 

- Í Kristiansand eru við ómetaliga fegin um at hava fingið stuðul til landstreym. Umvegis ymiskar ætlanir hava vit skipað fyri landstreymi til ferjur og frálandsskip. Nú arbeiða vit við landstreymi til bingjuskip. Og so hava vit eisini fingið stuðul frá ES til háspenningsskipan til reikferðaskip. Eg haldi tað hava stóran týdning at vera við í grønu broytingunum, sigur havnarstjórin í Kristiansand, Halvard Aglen, við maritimt-forum.

 

Enova, sum varð stovnað í 2001 at vera við í umleggingini av orkunýtslu og orkuframleiðslu, er almennur stovnur undir norska Veðurlags- og Umhvørvismálaráðum.

 

Nú hevur Enova so latið umleið 25 milliónir norskar krónur, tað eru umleið 18,5 milliónir danskar krónur, sum stuðul til landstreymskpanir í Noregi.

 

Hetta merkir, at alt fleiri norskar havnir kunnu bjóða skipum streym, so at tey kunnu sløkkja motorarnar, tá tey liggja við bryggju.

 

Landstreymskipanirnar skulu verða klárar at taka í nýtslu í 2023.

 

Kelda: Maritimt-forum