* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stellar Banner verður nú tømdur fyri olju.

Stellar Banner verður tømdur fyri olju

Risastóra skipið, Stellar Banner, sum er eitt sonevnd VLOC-skip, hevur síðan 24. februar ligið á einum sandrivi við stórari slagsíðu umleið 100 kilometrar uttanfyri brasilsku strondina. Sambært bjargingarfelagnum, sum stendur á odda fyri bjargingini, eru tey nú við at tøma stóra skipið.

 

Olja verður nú pumpað yvir í frálandsskipið, HOS Brass Ring, sum Hornbech Offshore Services eigur. Umleið 4.000 tons av olju var umborð, tá Stellar Banner rendi á rivið.

 

Onki verður sagt um, nær arbeiðið at tøma skipið verður liðugt.

 

Kanningar hjá kavarum hava avdúkað eina 25 metrar langa rivu í stýriborðssíðuni á skipinum, sum eisini hevur 294.000 tons av jarnmálmi umborð.

 

Tað er framvegis ógreitt, hvussu skipið hevur fingið skaða, men upplýsigar benda á, at skipið hevur rakt botnin í einum grunnum øki, tá tað var á veg út úr siglingarrennuni í havnini við býin Maranhao, sum liggur har norðuri í Brasil.

 

Seinni fekk skipið álvarsliga slagsíðu, og manningin valdi at sigla tað upp á turt á rivinum, har tað nú stendur. Øll manningin varð bjargað í land í øllum góðum.

 

Kelda: Maritime Danmark