* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stena Bulk lækkar orkunýtsluna

Svenska tangaskipareiðaríið Stena Bulk, ið er millum heimsins størstu, fokuserar málrættað upp á at lækka orkunýtsluna. Tað skal gerast við framvegis at sigla spakuliga, og so skal nýggj tøkni allatíðina økja orkuna mest møguligt.

”Á dagsins marknaði er tað sera umráðandi, at vit skipareiðarar gagnnýta okkara verandi flota á best møguligan hátt úr einum orku- og umhvørvissjónarmiði og gjølla kanna møguleikarnar fyri ábótum, bæði tøkniligum og rakstrarligum”, sigur Erik Hånell, stjóri í Stena Bulk.

Í dag standa bunkringarútreiðslurnar fyri meira enn 60 prosentum av samlaðu fraktútreiðslunum. Við einum nýmótans 160.000 dwt Suezmax-tangaskipi skal fraktgjaldið í miðal verða upp á 40.000 dollarar um dagin fyri at rættvísgera eina ferðøking upp á 0,5 knob. Við øðrum orðum skal fraktgjaldið tvífaldast fyri at bara ein lítil ferðøking kann koma upp á tal. 

”Seinastu árini hava vit víðkað okkara flota við nøkrum eginmentum Suezmax-tangaskipum í hægsta umhvørvisflokkinum. Vit fokusera í okkara strategisku íløgum upp á orkueffektivitet, og við hjálp frá okkara teknisku menningardeild eru vit altíð við heilt har frammi, tá tá kemur til trygd og umhvørvi. Men verandi skipini verða eisini eftirmett við atliti at at spara brennievni”, sigur Erik Hånell. 

Tað kann tildømis gera ein stóran mun fyri brennievnisnýtsluna, um rættað verður uppá skipsskrúvu og bulb. 

Tað hevur eydnast hjá Stena Bulk at spara meira enn 65 miljónir svenskar krónur í brennievni seinastu 12 mánaðirnar sum úrslit av niðursettari ferð og orkubøtandi tiltøkum. 

Kelda: Stena Bulk