* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Impero kemur her til bryggju í Dubai.

Stena Impero komið til Dubai

- Endiliga kundu vit koma til bryggju í Dubai, sigur forstjórin í Stena Bulk, Erik Hånell, um skip teirra, Stena Impero, sum Iran hevði í varðhaldi í nakrar mánaðir.

 

Svenska skipið, Stena Impero, sum síðani juli mánað hevur ligið í varðhaldi í Iran, kom seinnapartin leygardagin til bryggju í Dubai.

 

- Endiliga kunnu vit koma til bryggju í Dubai, sigur forstjórin í Stena Bulk, Erik Hånell, um skip teirra, Stena Impero.

 

Reiðaríið sigur, at læknar í Dubai nú fara at kanna manningina, og manningin fer eisini at fáa kreppuhjálp, áðrenn hon verður send heim til familjurnar.

 

Manningin kemur úr Russlandi, India, Letlandi og Filipsoyggjum.

 

Nýggj manning kemur nú umborð, og síðan fer skipið víðari til arbeiðis.

 

Oljutangaskipið er skrásett í Bretlandi, men tað eru sviar, ið eiga tað. Iranar løgdu hald á Stena Impero 19. juli í Hormuzsundinum, har Persaflógin byrjar.

 

Sambært Iran skuldi skipið hava brotið altjóða sjóvinnureglur.

 

Kelda: Shippingwatch