* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stena Impero leyslatið

Iransku myndugleikarnir hava nú latið svenska tangaskipið, Stena Impero, sum svenska reiðaríið, Stena Bulk eigur, sleppa avstað úr Iran.

 

Tað var iranska kollveltingarhirðin, sum legði hald á Stena Impero hin 19. juli í ár í Hormuzsundinum í Persaflógvanum. Tingingar hava síðan verið millum iransku stjórnina, svenskar myndugleikar og alheims samfelagið at fáa skipið leyslatið aftur. Men tað hevur gingið striltið.

 

Men seinnapartin mánadagin boðaði ein talsmaður hjá iransku stjórnini frá, at skipið nú kann loysa frá landi.

 

Stjórin í Stena Bulk, Erik Hanell, segði við svenska sjónvarpið sunnudagin, at tey høvdu fingið ábendingar um, at skipið skjótt varð latið leyst.

 

Manningin, sum var uppá 23 fólk, var úr Russlandi, India, Letlandi og Filipsoyggjum.

 

Sambært iranskum myndugleikum hevði skipið brotið altjóða maritimar reglur. Og tað hendi bara tvær vikur eftir, at bretskir myndugleikar løgdu hald á eitt iranskt tangaskip við Gibraltar.