
Ein frágreiðing um burðardygd og virkisføri í framtíðarætlanini hjá Stena Line vísir, at vegurin til eina CO2-nevtrala framtíð, millum annað er at finna júst í virkisføri og innovatión.
Stena Line hevur minkað CO2-útlátið 11 prosent fyri hvørt tons-fjórðing og hevur minkað samlaða útlátið fyri skipini 4 prosent sammett við tíðina áðrenn koronufarsóttina. Høvuðsorsøkin er ein nógv virkisførari nýtsla, og sostatt eisini virkni/effektivitet av skipunum hjá reiðarínum.
Tað skrivar svenska reiðaríið í einum tíðindaskrivi.
Sum part av eini ætlan at gerast CO2-nevtralt hevur Stena Line sett sær fyri at minka CO2-útlátið 30 prosent áðrenn 2030.
- Hjá Stena Line hava vit eina breiða fatan av burðardygd, sum stavar frá umhugsni – umhugsni fyri kundum okkara, umhugsni fyri tilfeingi og umhugsni hvør fyri øðrum. Tá vit alla tíðina royna at minka um orkunýtsluna, eri eg errin av at hava tikið nøkur risastór fet í royndini at bøta um yvirskipaða virknið og rakstrarligu sjónarhornini í rakstrinum við at seta nýggju E-Flexer-ferjur í netverkið av rutum okkara.
- Umframt tøkniligu og rakstrarligu sjónarhornini er tað eisini týdningarmikið at arbeiða málrætta móti skipanum og mentanum til tess at gerast uppaftur burðardyggari, sigur Niclas Mårtensson, CEO í Stena Line.
Kelda: Søfart