* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av ferjunum hjá svenska reiðarínum, Stena Line.

Stena Line sigur 950 fólk úr starvi

Svenska Stena Line sigur nú 950 fólk úr starvi orsakað av einum ógvusligum falli í ferðafólkatalinum, skrivar reiðaríið í einum tíðindaskrivi.

       

Serliga ferðslan til Svøríkis, Danmarkar, Póllands, Týskland og Letland er mestsum steðgað orsakað av avmarkingum í ferðamøguleikum í løtuni.

 

Boðini snúgva seg bæði um starvsfólk á landi og á sjónum sum avleiðing av ógvusligu niðurgongdini í ferðsluni og í bókingum, sum reiðaríið er rakt av orsakað av koronakreppuni.

 

Uppsagnirnar raka 950 starvsfólk á níggju skipum hjá Stena Line undir svenskum flaggi - og starvsfólk í øllum teimum býum, har Stena Line hevur nakað virksemi.

 

“Í teirri støðu, vit eru í, hava vit ongan møguleika at tillaga virksemið og kostnaðin fyri at avmarka nei-ligar avleiðingar og at tryggja framhaldandi farmavirksemi,” sigur Niclas Mårtensson, sum er stjóri í Stena Line.

 

Kelda: Stena Line