* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stingray-skip liðugt við fyrstu uppgávuna

Fyrsta skipið í Stingray-røðini hjá Maersk Supply, Maersk Installer, hevur nú fullført sína fyrstu uppgávu út fyri indisku eysturstrondini. Framkomna útgerðin á nýggja tænastuskipinum hjá Maersk Supply Service var í nýtslu undir verkætlanini, sum varð framd fyri McDermott.

”Verkætlanin er eitt týdningarmikið vegamót fyri Maersk Supply Services, við tað at hetta er fyrsti møguleiki at vísa fram framúrskarandi møguleikarnar hjá Stingray-skipunum”, sigur David Lofthouse, vinnustjórin í Asia-Pacific, í tíðindaskrivi frá Maersk Supply Services.

Skipið brúkti DP3-útgerð sína m.a. til at positionera seg við undir arbeiðnum og eisini 400-tons kranan á skipinum við AHC-funksjón, sum kompenserar rørslurnar hjá skipinum.

Vashishta-verkætlanin er partur av eini stórari frálandsverkætlan, sum størsta felagið í India innan útvinning av olju og gassi, Oil & Natural Gas Corporation, stendur á odda fyri.

Kelda: Maersk Supply Services