* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stjórnin linkar krøv til medisinkistur

Danski heilsumálaráðharrin ætlar at strika sokallaða ”keyp danskt”-kravið, so reiðaríini fáa møguleika at keypa medisinkistur í útlandinum. Hetta fer at spara pengar og beina fyri óneyðugum, umsitingarligum roksi, sigur Danske Rederier.

”Stjórnin er í ferð við at beina fyri tjóðskaparligum serkrøvum og óneyðugum reglum, sum ikki longur hava nakra meining. Nýggju møguleikarnir at keypa medisinkistur lokalt er liður í hesum. Hetta er eitt ítøkiligt dømi um, at myndugleikarnir eru fúsir at gera tað lættari at reka reiðarívirksemi úr Danmark. Vónandi tekur ein breiður meiriluti á Fólkatingi undir við hesum,” sigur Jakob Ullegård, stjóri í Danske Rederier.

Fólkatingið hevur í dag fyrstuviðgerð av einum lógaruppskoti frá heilsumálaráðharranum, sum millum annað skal gera tað møguligt at keypa medisinkistur í útlandinum, tá nýggj kista skal umborð. Hetta er ikki so í dag, har heilivágur til lógarskyldugar medisinkistur, ið eru umborð á øllum skipum, skulu keypast í Danmark.

Hetta fer at spara pengar mótsatt at heilivágurin bert kann keypast frá einum donskum sølustaði - uttan at farið verður upp á kompromis við trygdina. Harvið fylgir átakið frá stjórnini málunum hjá maritima vakstrartoyminum í vár um at styrkja kappingarevnini hjá skipum undir donskum flaggi. Og hetta fegnast vit um, sigur Jakob Ullegård.

Kelda: Danske Rederier