* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Støðan í norsku frálandsvinnuni verri enn mett

Støðan í norsku frálandsvinnuni er verri, enn hon í roynd og veru átti at verið. Tað heldur norski ríkmaðurin Kristian Siem, sum í samrøðu við norska miðilin Sysla millum annað sigur, at konsolideringin av frálandsreiðaríunum er hend "ov seint."

2017 hevur higartil verið merkt av stórum samanleggingum í vinnuni, har Solstad, Farstad og Deep Sea Supply fyrr í ár gingu saman um at stovna Solstad Farstad.

"Hugburðurin, vit hava sæð í vinnuni fyri frálands tænastuskip, serliga í Norra, er, at tað ræður um at eiga. Hetta hevur havt við sær, at vinnan ikki konsolideraði, tá hon kundi gera tað á einum fríum grundarlagi, sum hevði verið ein fyrimunur fyri øll og verið ídnaðarliga rætt. Tá tað, ið er ídnaðarliga rætt, verður sett til viks fyri eigarakontrolli, so økist vandin," sigur Kristian Siem við norska miðilin.

68-ára gamli Kristian Siem stendur í frálandsvinnuni aftanfyri Siem Offshore umframt Subsea 7, sum hann eigur 21,3 pst. av umvegis Siem Industries. Hjá Siem Offshore, sum ríkmaðurin eigur 83 pst. av, eru skipavirðini seinastu tvey árini niðurskrivað við 1,8 mia. norskum kr.

Sambært Sysla liggja 140 skip í løtuni fyri teym í norsku frálandsvinnuni, meðan 17 mia. norskar kr. av børsvirðunum hjá feløgunum eru horvnar seinastu árini.

Kelda: shippingwatch.dk