* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Støðugt fleiri lond góðkenna barlastssáttmálan hjá IMO

Seinastu vikuna hava fýra lond aftrat góðkent Ballast Water Management Convention hjá IMO. Sáttmálin hevur til endamáls at forða fyri, at møguligar smáverur í barlastvatninum á skipum kunnu hótta vistfrøðina í havinum.

Sáttmálin kemur í gildi 8. september 2017 og krevur, at skip viðgera sítt barlastvatn, sum kann innihalda túsundtals vatnlivandi smáverur, plantur og kyknur, sum síðani kunnu breiða seg um alla klótuna.

Bahamas góðkendi sáttmálan 8. juni, sama dag sum Singapore. Dagin fyri góðkendi Avstralia avtaluna og týsdagin góðkendu Sameindu Arabisku Emiratini sáttmálan.

Sostatt hava nú 59 lond, svarandi til 65,18 prosent av heimsins samlaðu handilsflotatonnasju, skrivað undir BWM-sáttmálan.

8. september 2016 góðkendi Finnland sáttmálan. Tað var sambært IMO nógmikið til at koma upp um tey neyðugu 35 prosentini av heimstonnasjuni, ið krevst fyri, at sáttmálin kann setast í gildi. Sáttmálin kemur í gildi eitt ár eftir henda dagin, tvs. 8. september 2017. Danmark góðkendi sáttmálan í 2012.

Kelda: Hellenic Shipping News/maritimedanmark.dk