
Ein stór grá drona varð seinnapartin mikudagin sædd tætt við størstu donsku gassleiðingina í Norðsjónum, Tyra-feltið. Fleiri starvsfólk, sum arbeiða á leiðini, sóu 5 metrar stóru dronuna.
Tað er doi.dk, Danish Offshore Industry, ið ber tíðindini.
- Talan var um eina ógvuliga stóra dronu, har vengurnir høvdu eitt tvørmát upp á umleið fimm metrar, sigur eitt av starvsfólkunum, sum sá dronuna.
Fleiri starvsfólk hava síðan verið til avhoyr hjá løgverjuni í sambandi við hendingina.
Danish Offshore Industry hevur verið í sambandi við løgverjuna fyri at fáa eina viðmerking til hendingina, men uttan úrslit.
Seinastu vikuna er sagt frá fleiri førum við dronuvirksemi nærindis danskt frálandsvirksemi í Norðsjónum.
Kelda: Maritimedanmark